City sannførandi - Real við góðari hjálp

Champions League: Manchester City vann sum væntað, meðan Real Madrid fekk góða hjálp av útvísing

Tvær tær seinastu av fyrru 1/8 finalunum í Champions League hava verið í kvøld. Manchester City vann sum væntað 2-0 á Borussia Mönchengladbach, meðan Real Madrid vann 1-0 á útivølli móti Atalanta, sum fekk ein mann útvístan longu aftaná eitt korter.

Borussia Mönchengladbach – Manchester City 0-2

0-1  Bernardo Silva, 29

0-2  Gabriel Jesus, 65

Hetta kemur ikki sum nakar skelkur. Manchester City hevur nú vunnið 19 dystir upp í slag í øllum kappingum. Heimaliðið royndi seg við djørvum uppspæli, men bleiv revsað fyri óneyvleika. Tað skuldi tó eitt framúr innlegg frá Joao Cancelo til, áðrenn Bernardo Silva kundi leggja Manchester City á odda.

Manchester City var omaná og kundi havt verið á odda við fleiri, tá teir tjúgu minuttir inni í seinna hálvleiki skoraðu til 2-0. Hesa ferð var tað Gabriel Jesus, sum fekk málið. Manchester City er favorittur at vinna Champions League, og tann støðan er ikki broytt.

Atalanta – Real Madrid 0-1

0-1  Ferland Mendy, 86

Hesin dysturin fekk ein ógvusliga slagsíðu longu aftaná eitt korter, tá Atlanta fekk Remo Freuler útvístan fyri at fella Ferland Mendy. Dómarin metti at talan var um neyðbremsu, men tað er tað ikki semja um. Millum annað vóru Jesper Grønkjær og fyrrverandi Seria A vinnarin, Preben Elkjær, rúkandi ósamdir í sjónvarpsstovuni hjá danska TV3. Preben Elkjær heldur fyri, at talan er um gult kort.

Restina av dystinum vardi annars so álopssinnaða Atalanta fyri tað mesta. Real Madrid kom nærri og nærri, tó at tað ikki bleiv til teir heilt stóru málmøguleikarnar. Fýra minuttir fyri tíð royndi Ferland Mendy seg við veika høgra beininum. Tað eydnaðist væl og Real Madrid hevur nú eina leiðslu við til heimadystin.