Tað er langur teinur frá Barcelona til Manchester, men tað verður møguliga leiðin, sum brasilska stjørnan Ronaldinho skal leggja. Leiðslan í Manchester City sigur, at hon hevur fingið loyvi at taka upp samráðingar við Ronaldinho.
- Tað er framvegis tíðliga, og eg vil ikki avdúka ov nógv, men Barcelona hevur givið okkum loyvi at tosa við Ronaldinho, sigur Garry Cook, nevndarformaður í Manchester City.