Tað verður ein grannauppgerð í FA Cup finaluni í ár. Bæði Manchester City og Manchester United hava vunnið seg í finaluna. Tað er fyrstu ferð, at hesi bæði møtast í finaluni.
Manchester City vann leygardagin lættan 3-0 sigur á Sheffield United, sum spælir í næstbestu deildini. Pep Guardiola, venjari hjá Manchester City, hevur sagt ay hansara menn eru útlúgvaði av drúgvu dystarskránni hjá felagnum.
Tí var ikki óvæntað, at nakrir spælarar blivu spardir, meðan aðrir blivu skiftir út. Tað tók ein tíma, at fáa uppgerðina avgjørda. Riyad Mahrez hattrikk. Tað fyrsta beint fyri hálvleik upp á brotsspark, og síðani tvey í fyrru hálvu av seinna hálvleiki.
Manchester United mátti allan vegin til brotssparkskapping, fyri at knúgva Brighton. Tað kom einki mál í vanligari leiktíð ella longdari leiktíð. Tað skuldu eisini sjey brotsspørk til, áðrenn Manchester United vann.
Tað endaði við, at Solly March sendi bóltin omanfyri. Síðani kundi svenski miðverjin, Victor Lindelof, senda Manchester United í finaluna. Báðar hálvfinalurnar vóru á Wembley og finalan verður 3. juni.











