City og Liverpool liggja stavn um stavn

Premier League: Everton hevur fingið nýtt lív í botnstríðnum, nú endaspurturin verður settur inn

Um vikuskiftið hevur 34. umfar í Premier League. Í oddainum er óbroytt, eftir at bæði Liverpool og Manchester City vunnu sínar dystir, meðan Leeds er enda í niðurflytingarvanda, eftir at bæði Everton og Burnley vunnu sínar dystir.

 

Í oddinum liggja Manchester City og Liverpool stavn um stavn. Liverpool spældi á døgurða leygardagin móti Newcastle á útivølli. Gestirnir vunnu 1-0 við máli, sum Naby Keita skoraði í fyrra hálvleiki. Við sigrinum fór Liveprool eina løtu upp á 1. plássið.

 

Seinni á degnum var Manchester City á vitjan í Leeds og endurvann oddassessin við einum 4-0 sigri. Tað bleiv ongantíð ordiliga spennnadi, tí Rodri legði gestirnar á odda longu aftaná eitt korter. Nathan Ake, Gabriel Jesus og Fernandinho settu punktum við málum til 4-0.

 

Í botinum vann Burnley týðandi dystin móti Watford, sum nú sær út til at flyta niður. Everton svaraði aftur við at vinna 1-0 á Chelsea á heimavølli, so nú er Leeds í stórum niðurflytingarvanda. Everton hevur enn tvey stig færri, men hevur ein dyst til góðar.

 

Í kvøld spæla Manchester United og Brentford seinasta dystin í 34. umfari.