Manchester City er í væl á veg at vinna sítt fimta meistaraheiti upp á seks ár. Við eini leiðslu upp á átta stig niður til Chelsea, eru tey fá, sum vænta annað enn eitt meistaraheiti til Pep Guardiola og hanara menn.
Og tað av góðum orsøkum, tí Manchester City setur ikki nógv stig til. Í 2021 fekk Manchester City 110 stig í Premier League. Tað eru 27 fleiri enn Chelsea, sum hevur fingið næstflest stig í 2021.
Manchester City hevur vunnið 36 dystir í Premier League í 2021, og tekur metið frá Liverpool, sum vann 33 dystir í 1982. Av teimum 36 sigrunum eru 19 á útivølli. Tað er eisini met. Gamla metið átti Tottenham frá 1960, tá liðið vann 17 útidystir í bestu ensku deildini.
Í 2017 setti Manchester City met fyri flest skoraði mál í einum ári. 102. Í ár hevur Manchester City tikið sítt egna met. Í ár hevur Manchester City skorað 113 mál.