City hálar seg inn á Liverpool

Oddabrakið: City var omaná og Liverpool tapti fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum.

Sera týðandi toppdystur var í Premier League í kvøld, har oddaliðið, Liverpool, var á vitjan hjá verandi meistarunum úr Manchester City. Liverpool hevði møguleikan at økja um munin til Manchester City heilt upp í 10 stig, meðan Manchester City hinvegin kundi minka hann niður í fýra stig.


Í einum rótutum fyrra hálvleiki var tað Manchester City, sum fann vegin til málið. Úr spískum var tað Sergio Aguero, sum við vinstra beini langaði bóltin upp í nettakið til hálvleiksstøðuna, 1-0 til Manchester City.


Smáar 20 minuttir inn í seinna hálvleik javnaði Liverpool. Tað var eftir gott uppspæl, at Roberto Firmino setti krúllin undir bóltin í eitt víðopið mál til 1-1.


Hendan støðan helt sær tó ikki leingi, tí minni enn 10 minuttir seinni sendi Leroy Sané aftur heimaliðið á sigurskós, tá ið hann úr vinstru skeyt bóltin í stongina og inn til 2-1 til Manchester City.


Seinastu løtuna vóru nakrir málmøguleikar í báðum endum, men tað kom tó einki mál afturat, og Manchester City vann seg harvið upp á 2. pláss í Premier League, har Liverpool framvegis er oddalið við 54 stig, meðan Manchester City nú hevur 50 stig.


Hetta var fyrsti ósigurin hjá Liverpool í hesum kappingarárinum í Premier League, har tað fyrstu 20 dystirnar bleiv til 17 sigrar og tríggjar javnleikir.