City fram við Liverpool

Ein dystur var í Premier League í gjár. Á Britannia Stadium tók Stoke í móti Manchester City. Dysturin endaði við javnleiki 1-1. Stutt eftir at seinni hálvleikur var byrjaður fekk Stoke Abdoulaye Faye útvístan. Hóast ein mann í undirtal, so eydnaðist tað Glenn Whelan at leggja vertirnar á odda. Fimm minuttir fyri tíð, javnaði Gareth Barry fyri Manchester City, til endaliga støðuna 1-1. Stoke fekk eitt mál í yvirtíðini kolldømt. Manchester City hevur við stignum í dag yvirhálað Liverpool á fjórða plássinum. Teir hava nú 45 stig fyri 25 dystir, meðan Liverpool á fimta plássi hevur 44 stig fyri 26 dystir. Manchester City og Liverpool møtast sunnudagin á City of Manchester Stadium.