17. umfar í Premier League hevur verið í dag og í gjár. Manchester City vann heili 4-0 á Swansea og er framvegis 11 stig fremst, eftir at Manchester United vann 1-0 á Bournemouth.
Manchester City er í serflokki í Premier League og tað prógvaðu teir aftur í dag. Hesa ferð var tað Swansea, sum stóð fyri skotum. Oddaliðið vann 4-0, har serliga David Silva vísti sítt virðið við tveimum málum.
Á Old Trafford skoraði útskeldaði Romelu Lukaku einasta málið, tá Manchester United gjørdi sítt, fyri at trýsta grannarnar í oddastríðnum. Hvørki Liverpool ella Arsenal megnaðu sína uppgávu. Liverpool spældi málleyst á heimavølli móti WBA, meðan Arsenal og West Ham deildu stigini í London.
Tottenham hevur nú vunnið seg í topp fýra, tó við sama stigatali sum Liverpool og Burnley. Tottenham vann 2-0 á Brighton.
Premier League 17. umfar:
Í gjár:
Burnley – Stoke 1-0
Crystal Palace – Watford 2-1
Huddersfield – Chelsea 1-3
Í kvøld:
Newcastle United – Everton 0-1
Southampton - Leicester City 1-4
Swansea City - Manchester City 0-4
Liverpool - West Bromwich Albion 0-0
Manchester United - AFC Bournemouth 1-0
Tottenham Hotspur - Brighton & Hove Albion 2-0
West Ham United – Arsenal 0-0










