Manchester City hevur í kvøld vunnið seg í Champions League finaluna á fyrsta sinni. Tað gjørdu teri við einum rokaligum 2-0 sigri á Paris Saint Germain, ið fekk Ángel Dí María útvístan fyri hevnissøku.
Manchester City kom á odda longu aftaná eitt korter, tá Riyad Mahrez sendi ein retur í málið eftir skjótálop. Í seinna hálvleiki økti sami Riyad Mahrez til 2-0, eftir framúr skjótálop frá Phil Foden og Kevin De Bruyne. Hann hevur skorað trý av teimum fýra málunum, sum Manchester City hevur fingið í hálvfinalunum.
Tað bleiv rokaligt eina løtu á vøllinum. Serliga eftir at Manchester City kom upp á 2-0, og 4-1 samanlagt. Tá var vónin hjá PSG rokin og tað toldi Ángel Dí María ikki. Hann traðkaði á Fernandinho, eftir at bóltin var farin út og fekk beinleiðis reytt kort. Tað merkti restin av dystinum, har dómarin til tíðir hevði trupulleikar av at hava tamarhald á, og til aðar tíðir valdi bara at lata spælið koyra.
Manchester City skal møta antin Chelsea ella Real Madrid í finaluni. Tann hálvfinalan verður í annaðkvøld.
Manchester City – PSG 2-0 (1-0)
1-0 Riyad Mahrez, 11
2-0 Riyad Mahrez, 63
Manchester City vinnur samanlagt 4-1