City eisini flúgvandi uttan De Bruyne

Premier League: Manchester City er eisini flúgvandi uttan Kevin De Bruyne

Fýra dystir hava verið í 20. umfari í Premier League í kvøld. Størsta sigurin vann Manchester City, og sermerkt við dystunum var, at øll fýra útiliðini vunnu.

Manchester City vann heili 5-0 á West Bromwich. Stóri spælarin í løtuni er miðvallarin, Ilkay Gundogan, sum hevur lyft arvin eftir Kevin De Bruyne, ið væntast at sita uttanfyri komandi seks vikurnar. Ilkay Gundogan skoraði tvær ferðir í kvøld.

West Ham, Leeds og Arsenal vunnu eisini sínar dystir í kvøld. West Ham heldur fast í góðu gongdini við 2-1 sigri á Crystal Palace, Leeds vann 2-1 á kreppurakta Newcastle og Arsenal vann 3-1 á útivølli móti Southampton, sum um vikuskiftið vann á júst Arsenal í FA Cup.

Støðan í Premier League:

 

 

 

 

1Man City19125236:1341
2Man Utd19124336:2540
3Leicester19122535:2138
4West Ham20105530:2435
5Liverpool1997337:2234
6Tottenham1896333:1733
7Everton17102528:2132
8Arsenal2093826:2030
9Aston Villa1792631:1829
10Chelsea1985633:2329
11Southampton1985627:2429
12Leeds1982932:3526
13Crystal Palace2065924:3623
14Wolves1964921:2922
15Burnley1854910:2219
16Newcastle20541119:3419
17Brighton1938822:2917
18Fulham18261015:2712
19WBA20251315:4811
20Sheffield Utd19121610:325