Men treiski kappingarnir og vani vinnarin Toyota er enn beint í hølunum.
Higartil í ár eru seldir 93 Citroën bilar, 91 Toyota bilar og 89 Volkswagen. So kappingin er hørð um at vinna fyrsta plássið sum landsins mest selda bilamerki.
Toyota hevur vunnið hendan heiður ótalligar ferðir. Men í fjør kláraði Citroën akkurát at vinna seg fram um Toyota. Tá síðsti bilur var skrásettur á Akstovuni seinasta fyri nýggjár, vórðu seldir 311 Citroën bilar og 310 Toyota bilar.
Higartil eru seldir 667 nýggir persónbilar í mun til 565 sama tíðarskeið í fjør. Tað er ein vøkstur upp á 102 bilar ella 18,05 prosent.
Býtið millum tey 19 bilmerkini, sum hava selt flestar bilar higartil í ár sær soleiðis út:
Bilmerki | Akf.tal |
CITROËN | 93 |
TOYOTA | 91 |
VOLKSWAGEN | 89 |
MITSUBISHI | 75 |
NISSAN | 70 |
FORD | 69 |
OPEL | 35 |
HONDA | 34 |
MERCEDES-BENZ | 30 |
PEUGEOT | 28 |
|
|
Citroën er tað bilmerkið, sum hevur verið størsti kappingarneyti hjá Toyota seinastu árini. Taka vit átta tey seinastu árini, so hevur Toyota ligið á odda seks ferðir og Citroën tvær ferðir.
Samlað fyri tey seinastu átta árini og higartil í ár er Toyota á odda við 1.691 seldum bilum framman fyri Citroën við 1.561.
Samlað skráseting av nýggjum bilum árini 2008-2015:
|
| 2008 | 2009 | 2010 | 2011 | 2012 | 2013 | 2014 | 2015 | Tilsamans |
1 | Toyota | 163 | 99 | 135 | 148 | 196 | 239 | 310 | 310 | 1600 |
2 | Citroën | 91 | 87 | 108 | 135 | 184 | 260 | 292 | 311 | 1468 |
3 | Ford | 125 | 77 | 95 | 89 | 94 | 123 | 215 | 204 | 1022 |