CIP endurgjaldið í tingið

Eingin heimild til endaligan sáttmála og milliónaendurgjald

 

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, skal nú greiða tinginum frá, um lógarheimild var fyri at rinda CIP eina millión krónur í endurgjaldi afturfyri, at tunnilssáttmálin ikki kom í hús.

 

Tað er Kristina Háfoss, sum hevur sett fram skrivligan fyrispurning, har hon spyr, um landsstýrið hevur rindað ella fer landsstýrið at rinda eina millión krónur Copenhagen Infrastructure Partners.

 

Hon spyr eisini, um landsstýrismaðurin metir, at landsstýrið hevði lógarheimild til, at gera sáttmála við CIP um hetta milliónaendurgjald, um so var, Løgtingið ikki samtykti lóg um einkarrætt til undirsjóvartunnil áðrenn 31. august 2013.

 

Eisini vil hon hava at vita, um landsstýrismaðurin í fíggjarmálum var vitandi um, at løgmaður góðkendi, at sáttmálin um eina millión krónur í endurgjaldi til CIP varð undirskrivaður.

 

– Sum kunnugt hevur landsstýrismaðurin í innlendismálum – í tøttum samstarvi við løgmann – undirskrivað ein sáttmála við CIP, ið bindur landið til, at rinda privata felagnum CIP eina millión krónur í endurgjaldi, um so varð, at Løgtingið ikki samtykti lógina, ið skuldi geva heimild til at undirskriva sjálvan sáttmálan – áðrenn 31. august 2013. Hetta varð gjørt, hóast Løgtingið ikki hevur givið landsstýrismanninum heimild til at undirskriva sáttmálan. Tí lógarheimildin frá 2010 er farin úr gildi. Eingin materiell lógarheimild er sostatt til staðar fyri at brúka hesa milliónina, sigur Kristina Háfoss.

 

Hon vísir á, at núverandi samgonga tí ikki – í minsta lagi – fekk til vega nýggja lógarheimild fyrst, áðrenn farið varð undir samráðingar við íleggjarar er undrunarvert.

 

– Samgongan hevur í staðin valt at geva landsstýrismanninum heilar 6 milliónir krónur á fíggjarlógini fyri 2013 til at fyrireika útbjóðing av tunlinum í 2013.

 

– Hyggja vit nærri at viðmerkingunum til játtanina á fíggjarlógini fyri 2013, so stendur:

»Innlendismálaráðið er farið undir at fyrireika útbjóðing av verkætlanini at gera Eysturoyartunnilin. Tað eru játtaðar 6,0 mió. kr. til endamálið í 2013.«

 

– Hetta merkir ikki, at heimild er til at undirskriva endaligan sáttmála, ella at undirskriva avtalu um endurgjald á eina millión krónur, um so er, at Løgtingið ikki samtykkir lógarheimildina, ið skuldi vera grundarlagið undir sáttmálanum, sigur Kristina Háfoss.

 

Hon sigur, at tað er fyri at fáa lýst, hvørt landið longu hevur rindað endurgjaldið til CIP, lýst støðu landsstýrismansins til heimildargrundarlagið, umframt leiklut løgmans, at hon setir hesar spurningar.