Tað verður nógv væntað av 23 ára gamla Lukasz Cieslewicz, sum spældi sín fyrsta skrásetta dyst fyri B36 í gjár. Pólski framherjin gjørdi greitt í viðtalu við fótbóltsblaðið hjá Miðlahúsinum í síðstu viku, at hann ætlar sær ikki at vera leingi í Føroyum. Ambitiónirnar eru hægri enn so.
John Petersen er sannførdur um, at hann verður ein fongur, hóast hann ikki var serliga eyðsýndur í gjár.
– Hann prógvaði, at hann kann bjóða mótstøðumonnunum av, men tað seinasta manglaði hjá honum í dag. Hann fer at vísa, at hann er ein stórspælari eftir føroyskum mátistokki, sigur John Petersen.
Lukasz Cieslewicz fekk sína fótbóltsuppaling í Vági. Sum 16 ára gamal fór hann til Brøndby, og seinastu trý árini hevur hann spælt við Hvidovre í næstbestu donsku deildini.