Cieslewicz ætlar sær á landsliðið

Lukasz Cieslewicz, sum flutti úr Føroyum fyri gott og væl sjey árum síðan, fekk ongantíð gjøgnumbrotið í donskum fótbólti, sum hann vónaði. Nú fer framherjin at spæla við B36 við vón um eitt pláss í føroyska landsliðshópinum

Lukasz Cieslewicz er greiður í viðtalu við heimasíðuna hjá B36.
- Fyri meg er talan um røttu løtuna at koma til føroyska fótbólt. Persónliga strembi eg altíð eftir at vinna, og tí stendur føroyameistaraheitið við B36 ovast á listanum yvir míni persónligu mál. Hartil havi eg eitt ynski um at spæla á føroyska landsliðnum, og tað er ein møguleiki, sum eg vil royna at gera til veruliga, sigur Lukasz Cieslewicz.
Pólski framherjin, sum hevur verið knýttur at ungdómslandsliðnum hjá Póllandi, fekk sína fótbóltsuppaling í Vági. Pápi hansara, Robert Cieslewicz, var á liðnum hjá VB, sum vann føroyameistaraheitið í 2000, umframt at hann hevur umboðað ÍF og Sumba.
Árini í Føroyum um aldarskiftið geva Lukasz Cieslewicz møguleikan at spæla á landsliðnum. Hann hevur búð í Føroyum í fleiri enn sjey ár, sum er kravið, um tú skal skifta tjóðskap. Tað skuldi tí borið til at fingið neyðugu pappírini í rættlag.
Cieslewicz hevur verið við á nøkrum venjingarlegum hjá pólska U21-landsliðnum, men hann hevur ikki spælt nakran skrásettan dyst. Tí kann Brian Kerr, landsliðsvenjari, gera sær dælt av framherjanum, um hann fær føroyskan tjóðskap.
Tað er líkt til, at dreymurin um at spæla landsliðsfótbólt vigaðu nógv, tá hann gjørdi av at skifta til B36. Framherjin segði við donsku heimasíðuna bold.dk síðsta summar, at hansara ambitiónir vóru at spæla í bestu donsku deildini.
- Eg noyðist at fara víðari. Tíðin er búgvin at spæla á einum hægri støði, annaðhvørt í Superliguni ella í oddinum í næstbestu deildini, segði pólski framherjin tá.
Hann valdi hinvegin at verða verandi í Hvidovre, har hann eisini hevur spælt seinastu mánaðirnar. Hvidovre er í svárum fíggjarligum trupulleikum og kann ikki skriva sáttmála við leikarar, sum støðan er.

Kennir livimátan
Viðhaldsfólkini hjá B36 fegnaðust, tá heimasíðan hjá felagnum kunngjørdi, at Cieslewicz er knýttur at hópinum.
23 ára gamli framherjin fór til Brøndby sum 16 ára gamal, men slapp ongantíð at spæla fyri besta liðið. Í 2008 skifti hann til Hvidovre, sum spælir í næstbestu donsku deildini.
Cieslewicz vónar at vera við til at lyfta B36 hægri upp á stigatalvuni.
- Eg vóni, at eg kann geva felagnum nakað. B36 er í holt við at byggja eitt nýtt lið upp, og hóast eg eri 23 ár, so haldi eg, at eg havi nakrar royndir, sum eg kann geva frá mær. Ikki minst, tí eg havi livað og spælt sum yrkisspælari, og tí kenni eg tey krøv, sum verða sett um kostvanar, venjingar og livimáta sum heild, sigur hann við heimasíðuni hjá B36.
Lukasz Cieslewicz er framrættaður spælari. Hann trívist best sum framrættaður miðvallari.

FAKTA:
Navn: Lukasz Cieslewicz
Føðingardagur: 15. november, 1987
Pláss: Miðvøllur og álop
Fyrrverandi feløg: VB, Brøndby og Hvidovre