CIA loyniligan her í Afghanistan

Líka síðani 2002 hevur amerikanska fregnartænastan CIA vant og fíggjað ein serligan her í Afghanistan, hvørs uppgáva er at jagstra og drepa leiðarar í Taliban og Al-Qaeda. Tað skrivar bretska blaðið The Independent.

Sambært blaðnum hevur tann loyniligi herurin høvuðsstøð í fjøllunum har eysturi í Afghanistan, og har hava serfrøðingar hjá CIA vant umleið 3.000 afghanskar hermenn tey seinastu átta árini.

Amerikanska blaðið Washington Post skrivar eisini um tann serliga CIA-herin í Afghanistan. Blaðið sigur seg hava fingið at vita frá fyrrverandi tænastumonnum, at herurin verður eisini brúktur til átøk í grannalandinum Pakistan.

Tað er tann kendi blaðmaðurin og rithøvundurin Bob Woodward, sum avdúkar tann serliga CIA-herin í Afghanistan. Tað ger hann í einari nýggjari bók, sum hann kallar «Obama´s wars», og sum kemur út í næstum.