Amerikanska fregnartænastan CIA ger nógv burtur úr Føroyum á almennu heimasíðu síni.
Partur av www.cia.gov er eitt yvirlit yvir øll lond í heiminum ? ein sokallað World Fact Book. Og har eru Føroyar eisini sloppin upp í part, og tað verður ikki gjørt minni burtur úr oyggjunum í Atlantshavinum, enn øðrum stórum londum.
Amerikumenn hava havt stóran áhuga fyri Føroyum, og í Svørtubók var staðfest, at USA legði dent á, at teir høvdu Føroyar at ráða yvir. Strategiski týdningurin hjá Føroyum vaks munandi eftir seinna heimsbardaga, tá USA vildi halda eystanveldunum burtur frá Føroyum og sjálvir hava ágóðan.
Etniskir bólkar
Á heimasíðuni hjá CIA eru nógvar upplýsingar at finna, tær flestu eru neyvar, men allar eru ikki dagførdar, og onkur mistøk hava sníkt seg uppí.
Greitt verður frá um øll hugsandi viðurskifti, um landafrøði, fólk, politisku skipanina, fíggjarviðurskifti, samferðslu og hernaðarmál.
Lagt verður fyri við at greiða frá, hvar Føroyar liggja, og hvussu stórar tær eru. Um veðurlagið verður sagt, at vetrarnir eru mildir, summrini køld og vanliga er tað vindur og skýggjað ella mjørki.
Upplýsingarnar um fólkatal og samanseting eru umfatandi og neyvar. Greitt verður frá, at í juli mánaði 1999 vórðu 41.059 íbúgvarar í Føroyum. Og síðani verður greinað, hvussu samansetingin av fólkinum annars er, hvussu kynsbýti og aldursbýti eru, hvussu burðaravlopið er, og síðani verður staðfest, at etniskir bólkar í Føroyum eru norðurlendingar...
Bente ríkisumboð
Heimasíðan hjá CIA staðfestir, at tjóðardagur í Føroyum er 16. apríl ? dagurin, tá danska drotningin hevur føðingardag...
Drotning Margretha er eisini statsyvirhøvd í Føroyum, og sambært heimasíðuni verður hon umboðað av »Bente Klinte.« Tað er tó Vibeke Larsen, sum í løtuni virkar sum ríkisumboð í Føroyum, og sum avloysti Bent Klinte á sinni.
Nógvar upplýsingar eru at finna um fíggjarviðurskifti í Føroyum, um framleiðslu, búskaparvøkstur og annað, sum hevur tilknýti til landsbúskapin.
Upplýst verður, hvaðani føroyingar fáa sína orku frá, og har kemur CIA til tað niðurstøðu, at í Føroyum finst eingin kjarnorka.
Samskiftismøguleikarnir í Føroyum og til útlandið hava stóran týdning fyri fólkið, sum býr í Føroyum, og faktabókin hjá amerikansku fregnartænastuni kemur eisini við neyvum upplýsingum um kaðalar, FM- og millumbylgjusendara, og um hvussu møguleikarnir eru fyri at brúka fartelefon.
458 kilometrar
av landsvegi
Tá komið verður til samferðslu verður staðfest, at í Føroyum er eingin jarnbreyt, men at tað finnast 458 kilometrar av landsvegi, har av eru 8 kilometrar ikki asfalteraðir.
Ein flogvøllur er í Føroyum, men tað verður gjørt vart við, at hetta eru upplýsingar frá 1998...
Heimasíðan hjá CIA reksar eisini týdningarmestu havnirnar í Føroyum upp. Tey koma fram til, at tær eru Havn, Klaksvík, Tvøroyri, Runavík og Fuglafjørður.
Heimasíðan hevur lítið at siga um hernaðarlig viðurskifti í Føroyum, men staðfest verður, at Føroyar hava ongan veruliga her, men bara eina lítla løgreglustyrki og Coast Guard.
Tað er onkursvegna forkunnugt at síggja so nógvar upplýsingar um Føroyar á eini amerikanskari heimasíðu, men mistøkini eru nøkur og alt er ikki dagført.
Tey, sum varða av heimasíðuni, siga, at tey hava ikki arbeiðsorku til at allatíðina at dagføra allar upplýsingarnar, sum liggja á heimasíðuni.
Einki verður sagt um, hvør hevur latið amerikumonnum allar upplýsingarnar um Føroyar, men tað eru ymiskir almennir amerikanskir stovnar, sum hava latið CIA upplýsingarnar um heimasíðuna.