Christiano Ronaldo í lívsins illveðri

Umframt annað, sum hann hevur at dragast við í løtuni, doyði verfaðir hansara eisini nú um dagarnar, skrivar Daily Mail.

 

Portugisiska fótbóltsstjørnan, Christiano Ronaldo, hevur tað ikki serliga lætt í løtuni, og enn einaferð er hann raktur av einum persónligum sorgarleiki. Daily Mail skrivar, at herfyri doyði verfaðir hansara, Jorge Eduardo Rodriguez Gorjon, 70 ára gamal.

 

Jorge Eduardo Rodriguez Gorjon hevur leingi stríðst við sjúku, eftir at hann fyri hálvum øðrum ári síðan small um við hjartasteðgi.

 

Í síðstu viku fór daman hjá Ronaldo, Georgina Rodriguez, heim til Argentina. Hon vildi ikki vátta, at tað var pápi hennara, sum var deyður, men segði í staðin, at tað var ”lívsins gongd”, sum var orsøkin til, at hon fór til Argentina.

 

Í langa tíð búði pápi hennara í Spania, nær við, har Ronaldo og Georgina búðu, men í 2013 varð hann útvístur úr landinum eftir at hava sitið í fongsli í 10 ár.

 

Upprunaligi dómurin ljóðaði upp á 11 ár, og henda dóm fekk Jorge Eduardo Rodriguez Gorjon fyri at hava roynt at smuglað kokain fyri eina miljón inn í Spania.

 

Í 2010 varð hann aftur dømdur í tvey ára fongsul, tá hann hevði roynt at smuglað kannabis úr Marokko til Spania. Løgreglan fann seinni kannabis fyri umleið 10 miljónir krónur í einum vøruhúsi nær við, har Jorge Eduardo Rodriguez Gorjon varð handtikin.

 

Hetta hendir fyri Christiano Ronaldo oman yvir, at hann í síðstu viku viðgekk seg sekan í einum skattamáli, har hann gjørdi avtalu við sponsku skattamyndugleikarnar um at afturgjalda 140 miljónir krónur, samstundis sum hann varð dømdur 18 mánaðir treytaða fongsulsrevsing.

 

Og, sum um hetta ikki er nóg mikið, stendur Christiano Ronaldo nú mitt í einum neyðtøkumáli, har dómur enn ikki er fallin, og har fótbóltsstjørnan skal hava neyðtikið kvinnuna, Kathryn Mayorga.