Christiano Ronaldo aftur til Premier League

Iker Casillas sigst eisini syngja uppá síðsta vers í Real Madrid

49 dagar eru til flytingarvindeygað í Premier League letur uppaftur, og søgurnar um spælaraflytingar gerast alsamt meiri og meiri spennandi.

 

Fyrrverandi Real Madrid málverjin, Agustin Rodriguez heldur seg sambært Radio Marca vita, at Christiano Ronaldo og málverjin, Iker Casillas skjótt verða fyrrverandi Real Madrid spælarar.

 

Við Radio Marca sigur Agustin Rodriguez: - Eg eri vísur í, at Casillas og Ronaldo fara úr Real Madrid, tá hetta kappingarárið er lokið. Vit fáa at síggja hvussu nógv av hesum verður staðfest innan eina viku, sigur Agustin Rodriguez.

 

Enska sensjasjónsblaðið "Sun" heldur seg vita, at Manchester United fer at bjóða eina risaupphædd fyri at fáa Christiano Ronaldo heimaftur til Old Trafford. Men Chelsea, sum hevur landsmannin hjá Ronaldo, José Mourinho við stýrisvølin ætlar avgjørt eisini at bjóða uppá Ronaldo, sambært "Sun". 

 

Eitt triðja og minni sannlíkt boð er, at Christiano Ronaldo fer til USA fer at spæla í Major Soccer League. 

 

Christiano Ronaldo hevur skotið heili 42 mál í 33 dystum fyri Real Madrid hetta kappingarárið.