Christianittarnir sjálvir farnir at rudda upp

Endaleysa kjakið um Christiania, frístaðin í Keypmannahavn, hevur tikið seg upp aftur, eftir at rúsevnisseljari mikudagin skeyt eftir tveimum politiskum og einum sivilum borgara, ið endaði í rokanum.

 

Eftirfylgjandi hevur verið tosað dúgliga um hvat skal gerast. Tað er ávísur óvilji ímóti Christiania og hetta bert leggur afturat tí. Nógvir politikkarar hava sagt, at nú er tíðin kanska komin at enda Christiania og taka tað niður.

 

Nú fara íbúgvarnir í Christiania tó sjálvir til verka. Tey eru farin at taka búðirnar niður í vælkendu Pusher Street á Christiania, har tey hørðu rúsevnini verða seld. Tey hava heitt á fólk um at keypa síni rúsevnir aðrastaðni. 

 

Búðirnar eru bygdar soleðis, at tað ikki er gjørligt at hava eftirlit við teimum, men hesar verða nú tiknar niður.

 

Ein talskvinna fyri Christiania sigur, at tey vilja gera hetta sjálvi, og at løgreglan skal ikki gera tað fyri tey. Tey heita sum sagt á fólk um at keypa rúsevnir aðrastaðni.