Christian tann einasti sum fekk fult

Bæði í Frem og Fremad Amager var talan um stórt vónbrot, tá ið feløgini taptu á heimavølli

DANMARK 1. DEILD

Tað var stórt vónbrot hjá Fremad Amager og Frem, tá ið tey bæði feløgini við føroyskum spælarum einki fingu burturúr heimadystunum sunnudagin.
Fremad Amager við Andrew av Fløtum millum teir fyrstu ellivu legði bragdliga fyri, og eitt skifti vóru teir fremstir í 1. deild. Síðani hevur úrtøkan verið meiri soltin, og sunnudagin var aftur talan um stórt vónbrot á heimavølli.
Herfølge, sum mikukvøldið varð eyðmýkt í steypakappingini móti 2. deildarfelagnum B1909, vitjaði, og gamla felagið hjá Jákupi Mikkelsen reisti seg í Sundby. Ætlanin hjá Fremad Amager var at fóta sær aftur, eftir at úrtøkan leingi hevur verið lítil. Heimaliðið var eisini um reppið at leggja seg á odda lítla løtu undan steðginum. Skot frá Andrew av Fløtum varð bjargað á strikuni, og í næsta álopinum skoraði Herfølge.
Eftir steðgin royndi heimaliðið, men tað segði tað sama. Størsta møguleikan misnýtti Andrew av Fløtum. Ein metur frá málstrikuni sendi hann upp um málið, eftir at bólturin var komin til hansara umvegis stólpan. Eisini í 1. hálvleiki hevði Andrew havt tveir stórar møguleikar, men hetta var ikki hansara dagur, og í 69. minutti varð Fremad Amager toppskjúttin útskiftur.
Eisini í Frem var talan um ógvuliga stórt vónbrot. Gunnar Nielsen var í málinum og Jón Rói Jacobsen í miðverjuni, tá ið Ølstykke vitjaði í Valby. Eftir stórfingna steypasigurin móti Viborg mikukvøldið, var tað stórt vónbrot, at Ølstykke kundi fara til hús við 2-1 sigri, eftir at teir høvdu verið frammanfyri 2-0. Frem hevur 13 stig og er dygst omanfyri niðurflytingar strikuna.
Felagið hjá Atla Gregersen, Skjold, hevði á Eystrbrúgv vitjan av Brønshøj. Undan dystinum vóru tey bæði feløgini aftast við seks stigum í part. Nú eru tað aftast, og nú hava tey sjey stig í part. Úrslitið var 1-1.
Einasti orduligi føroyski glottin í næstbestu donsku deildini er Christian Lamhauge Holst, sum er í Lyngby álopinum. Lyngby var tvær ferðir aftanfyri, men kortini vunnu teir heimadystin móti NFA 3-2. Christian var á vøllinum alla tíðina, men hann var ikki millum málskjúttarnar. Lyngy er við 22 stigum á fjórða plássinum - fimms stig frá oddasessinum - og lagið er heilt gott.
Niðurflytararnir úr Randers eru framvegis oddalið við 27 stigum, hóast teir hesa ferð taptu 2-1 á heimavølli móti Brabrand. Køge, sum vann 2-0 á Fredericia, hevur sama stigatal sum oddaliðið, og Kolding, sum tapti 2-0 í Vejle, er nummar trý við 25 stigum.