Tað gongur sum eftir ánni hjá einasta føroyska landsliðsspælaranum í bestu donsku fótbóltsdeildini.
Sunnudagin skoraði Christian Lamhauge Holst bæði málini í 2-0 Silkeborg sigrinum í Lyngby, og aftur í kvøld var føroyski landsliðsspælarin upp á spæl.
Í triðja umfari í donsku steypakappingini var Silkeborg á útivølli í Randers. Úrslitið var 2-1 til Silkeborg. Tá ið vanliga leiktíðin var farin, var støðan 1-1, og so var neyðugt við longdari leiktíð.
Fyrsta korterið í longdu leiktíðini skoraði Silkeborg sigursmálið, og málskjútti var Christian Lamhauge Holst, sum eftir framlegging ímillum verjuspælararnar setti bóltin framvið málverjanum og í málið.