Christian Reinert Petersen 70 ár

12. august fylti Christian Reinert Petersen í Havn 70 ár

Christian er føddur og uppvaksin í Saltnesi, sonur Ninnu, f. Reinert, úr Kaldbak, og Dávur Petersen úr Saltnesi.
Christian byrjaði at læra til jarnsmið hjá Hans M. Reinert í Havn og gjørdi seg lidnan við hesa útbúgving í Danmark.
Hann sigldi eina tíð, áðrenn hann fór á maskinskúla í Havn og fekk útbúgving sum maskinmeistari. Eftir tað sigldi hann sum maskinmeistari við føroyskum línuskipum.
Fyrst í 70-unum keypti hann skipasmiðjuna í Vestmanna saman við John Smith og Jesmari Hansen. Teir bygdu t.d. teir sergjørdu línubátarnar Stapan og Thomas Nygaard, ið vóru sera framkomnir tá í tíðini.
Christian sigldi sum maskinmeistari við sjúkrabátinum Reyðakrossi í nógv ár og var seinni sum maskinmaður á Landssjúkrahúsinum, til hann fór frá fyri aldur fyri trimum árum síðan.
Annars hevur hann í nógv ár sungið við í Tórshavnar Manskóri og Kristiliga Sangkórinum, hann er enn við í báðum kórunum.
Christian hevur sera gott handalag, hann ger ymiskar prýðirlutir úr stáli og sagar trælutir við leyvusag. Hann er vanliga við á framsýningum við hesum prýðislutum.