Christian Prinsur fingið korona

Elsti sonurin hjá Fríðriki Krúnprinsi og Mary Krúnprinsessu, Christian Prinsur, hevur í dag fingið staðfest korona

Kongshúsið skrivar á heimasíðu sínari, at krúnprinsaparið í gjár fekk kunning um, at smitta hevði rakt Tranegårdsskolen í Hellerup, har Christian Prinsur er næmingur.

Síðani er tann 15 ára gamli prinsurin testaður positivur fyri korona.

Prinsurin er nú í isolation á Amalienborg, og út yvir krúnprinsafamiljuna hevur Christian Prinsur ikki havt tætt samband við aðrar limir av kongshúsinum seinastu tíðina.