Christian nærkast Manchester City

Í hesum døgum er HB-unglingin Christian Mouritsen og foreldur hansara í Manchester saman við Jákup í Stórustovu, umboðsmanni, har tey samráðast við Manchester City, ið fegin vil hava unga framherjan.

Alt bendir á, at vit um nakrar heilt fáar dagar hava enn ein ungan føroyskan fótbóltsspælara, ið verður sáttmálabundin við eitt felag í Premier League. Talan er um 17 ára gamla Christian Mouritsen úr HB, sum Manchester City fegin vil hava fatur á.

Verður avgjørt í vikuskiftinum
Fríggjamorgunin høvdu við umboðsmannin hjá Christiani, Jákup í Stórustovu, í telefonini, og hann váttaði, at hann var staddur í Manchester saman við Christiani og foreldrum hansara.
Tað hevur leingi verið alment, at Manchester City hevur verið áhuga í unga HB-manninum, sum serliga gjørdi vart við seg, tá ið U17-landsliðið í fjør tók lut í opnu norðurlendsku kappingini í Finlandi, har Christian gjørdist stóra hetjan, tá ið hann skoraði einsamalla málið í 1-0 sigrinum á Danmark við einum beinleiðis frísparki.
Jákup í Stórustovu sigur, at tey eru í Manchester og hyggja at umstøðunum, men enn er einki endaliga avgreitt, men tað verður tað væntandi í vikuskiftinum. Um so er, at nakað positivt spyrst burturúr, so verður tíðindafundur í Føroyum mánamorgunin, sigur Jákup í Stórustovu í telefonini úr Manchester.
Samráðingar hava eisini verið millum Manchester City og HB, men hvussu vorðið er við hesum samráðingum, eydnaðist okkum ikki at fáa at vita fríggjamorgunin, tí ikki bar til at fáa fatur á formanninum í HB.