Christian málskjútti í toppdysti

Fyrrverandi føroyski landsliðsspælarin átti avgerandi leiklut, tá ið Lyngby á heimavølli vann 3-1 í toppuppgerðini ímóti SønderjyskE í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Sigurin ber við sær, at Lyngby er oddalið í næstbestu deildini. Lyngby hevur 30 stig, og SønderjyskE er á triðja plássi við 28 stigum.
Næstfremst er Køge, sum fyrrverandi landsliðsvenjarin í Føroyum, Henrik Larsen, hevur ábyrgdina av. Í Lyngby stóð á jøvnum 1-1 í steðginum. Sjey minuttir eftir steðgin legði Lyngby seg framum aftur. So vóru møguleikar í báðum endum. Tveir minuttir undan leikloki økti Christian Lamhauge Holst til 3-1, og tá mundi fagnaðurin millum væl uppløgdu áskoðararnar ongan enda taka.