Um tvey-tíðina týsdagin 02. januar í ár fór Christian í Grótinum avstað, seinni sama dag eisini Borgarin og aðrir bátar við.
Longu nú er Christian í Grótinum aftur við fullari last, 2500 tons av svartkjafti, sum er fiskaður suðri móti markinum.
Nú verður bíðað eftir landingartørni í Fuglafirði í morginárini og annars farið beina leið aftur til fiskarí.
Skipari á Christian í Grótinum henda túrin hevur verið Bogi Rasmussen.










