Fyrrverandi landsliðsleikarin Christian Høgni Jacobsen fer at halda við Brasil undir HM í summar og hann væntar eisini at brasiliumenn fara allan vegin og vinna HM.
Harafturat gleðir Christian Høgni seg at síggja hvørji lið fara at yvirraska og hvørji lið fara at skuffa.
Christian Høgni hevur leikt 50 landsdystir fyri føroyska landsliðið. Harumframt hevur Christian Høgni eisini skorað 2 mál fyri føroyska landsliðið.
Christian Høgni er í dag leikandi venjari hjá føroyingaliðnum í Keypmannahavn, ÍF Føroyar.
Hvussu kemur HM at ávirka títt summar og hvussu nógv fert tú at fylgja við?
- Eg eri so heppin at eg júst eri blivin pápi. Tískil passar tað so deiligt við at tað verður baby hugni og HM fótbóltur í summar.
Hvørjum fert tú at halda við og hví?
- Eg fari at halda við Brasil og vænti eisini at teir fara allan vegin. Mær dámar væl teirra álopsinnaða fótbóltsspæl og tað er altíð undirhaldandi at hyggja eftir teimum. Brasil hevur eisini altíð havt leikarar sum kunnu nakað sjálvir, og sum til eina og hvørja tíð, kunnu avgera ein fótbóltsdyst – Í ár er einki undantak.
Hvat gleðir tú teg mest til í samband við HM?
- Tað er bara tað heila. HM er nakað serligt og tað er bara 4 hvørt ár, so tað er altíð ein eyka spenningur uppundir HM. Hvørji lið yvirraska? Hvørji leikarar skara framúr? Hvørji lið skuffa og hvørjir leikarar sláa ikki til o.s.v. HM er bara nakað serligt fyri okkum, sum dáma væl fótbólt.
Hvat er títt fyrsta HM minni?
- Mítt fyrsta HM minni er frá 1986 í Meksiko. Eg minnist at øll familjan samlaðist at hyggja tá Danmark spældi og serliga minnist eg 6-1 sigurin á Uruguay.
Hvat HM endaspæl stendur sterkast í minninum?
- Tað má vera endaspælið í Japan/Suðurkorea í 2002. Sjálv finalan var millum Brasil og Týskland, sum Brasil vann 2-0. Ronaldo, sum man vera ein hin besti leikarin í HM endaspølum nakrantíð, skaraði framúr hetta endaspælið og skoraði eisini bæði málini í finaluni.
Hvør væntar tú vinnur HM?
- Tað ger Brasil.
Hvør væntar tú stendur eftir sum besti spælarin í HM 2014?
- Eg vænti at Neymar fer at hava eitt gott endaspæl og hann, saman við Marcelo, fara at kappast um heiðurin.
Les eisini: (Eg og mítt HM 1) Lars Olsen
Les eisini: (Eg og mítt HM 2) Gunnar Nielsen
Les eisini: (Eg og mítt HM 3) Øssur Hansen
Les eisini: (Eg og mítt HM 4) Hans Fróði Hansen
Les eisini: (Eg og mítt HM 5) Hjalgrím Elttør
Les eisini: (Eg og mítt HM 6) Súni Olsen
Les eisini: (Eg og mítt HM 7) Lissi Mouritsen
Les eisini: (Eg og mítt HM 8) Høgni Hoydal
Les eisini: (Eg og mítt HM 9) Heidi Sevdal
Les eisini: (Eg og mítt HM 10) Tórður Thomsen
Les eisini: (Eg og mítt HM 11) Atli Gregersen
Les eisini: (Eg og mítt HM 12) Jóan Símun Edmundsson
Les eisini: (Eg og mítt HM 13) Símun Samuelsen
Les eisini: (Eg og mítt HM 14) Petur Reinert
Les eisini: (Eg og mítt HM 15) Eiler Rasmussen