Í dag verður sølusáttmálin undirskrivaður millum Pf. Christian í Grótinum og norska felagið sum hevur keypt »Christian«, gamla »Christian í Grótinum«, fyri 2 mió. krónur. Ætlanin er at brúka gamla nótabátin til eykalutir.
Báturin er vrak, men tað vil Tryggingin tann føroyska ikki góðtaka, sjálvt um sami norski serfrøðingurin, sum Tryggingin vanliga brúkar, hevur kannað bátin og sagt, at hann er vrak. Pf. Christian í Grótinum missir tí nógvan pening við hesi søluni til norska felagið, tá ið Tryggingin ikki vil hoyra talan um, at báturin er vrak.
Skuffaðir
Og Jón Rasmussen, skipari á »Christian í Grótinum«, nýggja stásiliga nótabátinum í føroyska flotanum, hevur ikki nógv annað at siga um Tryggingina, enn, at reiðaríið er skuffað av Tryggingini, sum hevur spent bein fyri eini rímiligari sølu av gamla nótabátinum. Hann vil ikki koma neyvari inn á, hvussu Tryggingin hevur arbeitt í hesum málinum viðvíkjandi gamla nótabátinum sum fór á land fyri nøkrum mánaðum síðani í Marokko.
Men tó at illa hevur gingist hjá Pf. Christian í Grótinum viðvíkjandi søluni av gamla »Christiani«, so gongst hinvegin væl við tí nýggja snotuliga bátinum, sum felagið fekk herfyri.
2 góðar túrar
»Christian í Grótinum« hevur gjørt tveir svartkjaftatúrar uppá góð 1800 tons hvør, og sambært skiparanum, Jón Rasmussen, riggar alt væl umborð, og skjótt gongur at sigla á fiskileið og á marknað. Teir hava roynt vestur úr Írlandi og tekur tað bert eitt døgn, 24 tímar, at sigla hvønn vegin við nýggja nótabátinum afturímóti 36 tímum sum vanligt var við tí gamla.
Eisini hinir føroysku bátarnir hava fingið væl av svartkjafti og eiga føroysku skipini 62.000 tons í ES-sjógvi.