Christian Høgni venur í Esbjerg

Um vikuskiftið verður støða tikiðn til, um nýggja superligu felagið skal skriva sáttmála við føroyska landsliðsmannin

 

Alt bendir á, at illa stadda NSÍ eftir summarsteðgin fer at spæla uttan Christian Høgna Jacobsen. 21 ára gamli álopsmaðurin er í Esbjerg og royndarvenur, og í vikuskiftinum fer felagið at taka støðu til, um teir skulu bjóða Christiani Høgna sáttmála.

Christian Høgni leyk fyrr í summar hægri handilsskúlaprógv á Kambsdali. 21 ára gamli spælarin, sum gjørdist rættuliga kendur, tá hann í mars skoraði annað málið í 2?0 sigrinum í Luksemburg og legði upp til hitt málið, hevur ongantíð dult, at hann hevur droymt um at fara út um landoddarnar at royna seg, og nú bendir nógv á, at hetta fer at gerast veruleiki.

Sambært tí, sum stjórin í Esbjerg, Niels-Erik Søndergaard, segði við heimasíðuna hjá onside í gjár, so kom Christian Høgni sjálvur og spurdi, um hann kundi venja við teimum. Í gjár søgdu teir í Esbjerg, at avloysarin hjá Toda Jónsson á føroyska landsliðnum hevði víst stak góð evni. Teir ætla, at hann skal spæla við Esbjerg í einum venjingardysti ímóti Horsens leygardagin, og so fara teir at taka støðu til, um teir halda nakað endamál vera í samstarvi, men í gjár vóru teir í Esbjerg bjartskygdir.

Esbjerg flutti fyrr í summar upp í superliguna. Teir høvdu verið eitt ár í næstbestu deildini, og bæði teir í Esbjerg og fótbóltsserfrøðingar í Danmark halda, at felagið hesu ferð er betri skikkað til bestu deildina, enn teir vóru, tá teir seinast royndu seg har.

Tað hevur ongantíð verið ivi um, at Christian Høgni hevur havt stak góð fótbóltsevni. Men higartil í ár hevur ikki gingið nakað serligt hjá honum og NSÍ. Christian Høgni hevur verið plágaður av lærskaða, sum hevur havt við sær, at hann ikki hevur verið førur fyri at venja við fullari ferð, og hann hevur ikki spælt allar landskappingardystirnar. Í landskappingini hevur hann í ár bara skorað eitt mál, og tað var upp á brotsspark ímóti KÍ.

Nú er førleikin í toppi, og so verður spennandi at frætta, hvussu tað fer at tørna út í vikuskiftinum. Men uttan mun til hvussu tað verður við Esbjerg, so skilja vit, at Christian Høgni eftir summarfrítíðina ætlar sær at spæla fótbólt í Danmark og ikki í Føroyum.