Christian Høgni í Portugal

Fótbóltur: Venur við einum portugisiskum 2. deildarfelag

Christian Høgni Jacobsen, sum er kendur sum NSÍ-spælari, venur í hesum døgum í Portugal.

Ungi spælarin, sum eftir ætlan skal spæla í GÍ næsta kappingarár, hevur fingið møguleikan at venja í einum portugisiskum 2. deildarfelag. Mánadagin fór hann avstað til Portugal, og fyrradagin og í gjár vandi hann í felagnum. Hann letur væl at umstøðunum har.

Christian Høgni verður í fyrstu syftu í portugisiska felagnum til 6. desember, tá hann kemur heimaftur. Hevur hann staðið seg væl, er ætlanin, at hann skal avstað aftur í január mánaði.

GÍ hevur gjørt sáttmála við Christian Høgna, og tann sáttmálin kemur í gildi frá 1. januar.

-Hetta er alt gjørt í fullari semju við okkum, og um Christian Høgni skuldi fingið kjansin at spælt í Portugal, fara vit ikki at seta okkum ímóti hesum, sigur Petur Holm, nevndarlimur í GÍ.