Landsliðsleikarin tykist at vera væl fyri í løtuni. Sunnudagin skoraði hann trý mál móti Skála, og nú hálvleikur er í Gundadali, hevur Christian Høgni skorað tvey mál.
Hesi komu í 21. og 36. minutti.
Úr Gundadali frætta vit, at HB hevur stóra yvirvág og at tað verður meiri enn trupult hjá TB at gera nakað við sterka HB-liðið, har altso Christian Høgni Jacobsen gongur á odda.