Christian Høgni ikki við í Svøríki

Evropa League - Stóri profilurin í landskappingini higartil er Christian Høgni Jacobsen, sum eisini er liðskipari hjá NSÍ. Men hann er ikki við í ferðalagnum hjá NSÍ, sum fór til Svøríkis í gjáramorgunin

– Christian Høgni hev­ur fingið frí og meira liggur ikki í tí, sigur Pauli Poulsen, venj­ari hjá NSÍ, úr telefonini úr Svøríki.

NSÍ tapti fyrra dystin ímóti Gefle 2-0 í Gundadali, men tað var minni munurin á liðnum.
– Fyri eitt lið, sum spælir í bestu svenskudeildini, so spæla teir ikki góðan fótbólt. Teir hava einar fimm leikarar, sum eru hægri enn 1.90cm, so teir eru betri enn vit í luft­spæl­inum, sigur Pauli Poulsen.

Tað verður torført hjá NSÍ at spæla seg víðir næsta umfar. Tað ásannar Pauli Poulsen eis­ini.
– Tað verður torført hjá okk­um at koma víðari, tí vit skulu í minsta lagi hava tvey mál, meðan teir einki skulu fáa. Vit hava valt at siga tað soleiðis, at vit fara inn fyri at fáa eitt gott úrslit burtur úr hesum dystinum og ikki hugsa um samlaðu uppgerðina, sigur Pauli Poulsen.

– Vit skulu verða skjótari at umstilla okkum, tá vit missa bóltin. Tað gekk gali í Gunadali í fyrra dystinum og teir høvdu ein skjótan framherja sum revs­aði okkum. Men vit fara at spæla okkara, eisini í Svøríki. Tað merkir at vit til tíðir missa bóltin í uppspælinum, men so­leiðis hava vit valt at spæla fót­bólt, sigur Pauli Poulsen at enda.
Dysturin verður hóskvøldið klokkan 18.00 føroyska tíð.