Christian Høgni Jacobsen gjørdist dagsins maður, tá AB í gjár spældi á útivølli móti Køge í donsku 1. deild. Dysturin endaði við 2-0 sigri, og føroyski landsliðsmaðurin skoraði bæði málini fyri AB. Higar til hevur gingið sum eftir ánni hjá AB, sum hevur níggju stig eftir fyrstu tríggjar dystirnar í donsku 1. deild.









