Síðani NSÍ gjørdi av at selja brasilska Anderson til B36 hevur ljóðað, at teir hava arbeitt við at finna nýggjan mann til fremsta álopsplássið.
Og hesin er nú funnin. Tað verður nevnliga eingin annar enn Christian Høgni Jacobsen, sum nú kemur aftur til felagið, sum hann fram til í fjør var partur av.
Christian Høgni hevur enn sáttmála við HB, men har hava tey játtað at gera leiguavtalu um áleyparan, sum ikki hevur verið eins hvassur í ár, sum hann annars hevur verið.
Tað hongur sjálvandi saman við, at vit fingu eitt gott tilboð frá NSÍ. Vit mettu so um, hvørt vit kundu vera spælaran fyriuttan í eina tíð, og vit hava so tikið av, sigur Steinfinnur Mittelstein, stjóri í P/F Havnar Fótbóltur.
Hann leggur tó dent á, at felagið eisini hevur sáttmála við Christian Høgna komandi kappingarár.
Leggjast kann afturat, at HB í summar fekk Andrew av Fløtum aftur í hópin, og hevur hetta ivaleyst gjørt tað lættari at siga ja takk til tilboðið frá NSÍ.