Christian fer úr Manchester

Ríkiliga nógv av skaðum hava helst gjørt sítt til, at sáttmálin ikki verður longdur. Men tað er einki, sum bendir á, at evnaríki miðvallaleikarin vendir aftur til heimligu kappingina fyri tað

Fótbóltur

 

Seinastu árini hevur hann verið mettir sum ein tann evnaríkasti føroyski fótbóltsspælarin. At Manchester City úr ensku Premier League valdi at gera sáttmála við Christian Restorff Mouritsen borgar eisini fyri góðsku, men alt bendir á at eftir summarsteðgin verður tað ikki í tí felagnum, at Christian fer at spæla fótbólt.

 

Skiftir felag

Jákup í Stórustovu, sum er umboðsmaður hjá Christiani, váttar, at talan verður ikki um nýggjan sáttmála við Manchester City.

- Tað eru ivaleyst fleiri orsøkir til hetta. Tá hann hevur spælt, hevur Christian staðið seg væl. Men hann hevur átt sín stóra lut í skaðum, og kappingin um plássini hevur verið hørð. Á eykaliðnum hava teir fýra miðvallaleikarar, og tveir teirra hava verið sera støðugir alt árið, og tí hava mongu skaðarnir hjá Christiani helst kosta í so máta.

Enn veit Jákup í Stórustovu ikki, hvar Christian Restorff Mouritsen fer at spæla fótbólt eftir summarsteðgin, men tað tykist sera sannlíkt, at talan framvegis verður um útlendskt felag.

- Tað er eingin, sum ivast í evnum hansara, og enn er Christian bara 19 ára gamal. Tá transfer vindeygað letur upp í summar, verður tað opið fram til 31. august, og innan ta tíð hava vit greitt framtíðina hjá honum. At skifta felag er jú sum so ikki nakað óvanligt, tá tú ert yrkisspælari, sigur Jákup í Stórustovu.

Enn hevur Christian Restorff Mouritsen ikki spælt á føroyska A-landsliðnum í undankappingardysti. Men á U21-liðnum hevur hann gjørt vart við evni síni. Eitt nú í Italia. Tá hevði Christian annars júst verið skaddur, men hann var á vøllinum seinastu løtuna av tepra 2-1 tapinum, og tá frættist úr landsliðsleguni,at hann tá tók fleiri av italsku eygleiðarunum á bóli. Men um tað verður í Italia ella aðra staðni, at hann fer at royna fótbóltseydnuna, er tó ikki víst enn.