Danski miðvallarin, Christian Eriksen gjørdi 259 dagar aftaná hjartasteðgin hjá sær í EM-dystinum 12. juni í 2021 móti Finnlandi í Parkini í Keypmannahavn eitt ótrúligt comeback á fótbóltsvøllinum.
26. februar í fjør kom hann á vøllin fyri Brentford í dysti móti Newcastle í Premier League.
Hetta ótrúliga comeback´ið hevur ført til, at Christian Eriksen er millum tey tilnevndu at vinna "Laureus World Sports Awards 2023" fyri "ársins comeback".
Hinir tilnevndu eru kendi golf-íðkarin, Tiger Woods, norski rennarin, Jakob Ingebrigtsen, kurvabóltsleikarin, Klay Thompson, súkkluíðkarin, Annemiek Van Vleuten og MotoGP-stjørnan, Francesco Bagnaia