Danmark hevur í kvøld spælt vinardyst í fótbólti á útivølli ímóti Hollandi. Dysturin var á Johan Cruijff ArenA í Amsterdam millum tvær fótbóltstjóðir, sum longu fyri jól kvalifiseraðu seg at vera við í HM endaspælinum, sum í november-desember verður í Qatar.
Holland vann 4-2 eftir 3-1 í fyrra hálvleiki.
Stóra søgan í sambandi við dystin er, at Christian Eriksen varð skiftur inn á danska liðið beinanvegin eftir steðgin, og at stóripinnur bara hevði verið einaferð runt, tá ið Christian Eriksen skoraði.
Hetta er fyrsta ferðin, at Christian Eriksen er á landsliðnum, síðani hann small um í fyrsta dystinum hjá Danmark í EM endaspælinum síðsta summar. Dysturin var í Parkini, og mótstøðuliðið ta ferðina var Finnland, sum vann 1-0.
Tað var 12. juni í 2021, at Christian Eriksen varð borin av vøllinum, og í kvøld var hann fyri fyrstu ferð aftur á landsliðnum.