Í Fraklandi hevur ein dómstólur gjørt av, at ákæruvaldið kann fara undir at kanna, um fyrrverandi forsetin Jacques Chirac gjørdi seg sekan í fíggjarligum sviki, tá hann var borgarstjóri í París frá 1977 til 1995. Sambært ákæruvaldinum lat Chirac kommununa rinda løn hjá fólki, sum arbeiddu fyri flokk hansara, og sum tí einki høvdu við kommununa at gera. Skuldsetingin ímóti Chirac er gomul, men ákæruvaldið kundi ikki kanna málið, meðan Chirac var forseti, tí tað hevði verið í stríð við stýrisskipanina.









