Chirac fer at velja Hollande

Á franska forsetavalinum sunnudagin fer fyrrverandi forsetin Jacques Chirac at atkvøða fyri sosialistinum François Hollande og ikki fyri floksfelaga sínum Nicolas Sarkozy.

Tað sigur søgufrøðingurin Luc Barre, sum hevur hjálpt Chirac at skriva sína ævisøgu. Sambært Luc Barre hevur Chirac sagt sínum kenningum og øðrum, at hann hevur gjørt av at styðja Hollande á forsetavalinum.

Eins og Nicolas Sarkozy er Chirac limur í tí borgarliga flokkinum UMP, men viðurskiftini teirra millum vóru sera spent, tá Chirac var forseti og Sarkozy ráðharri.

Kanska er tað eisini ein partur av frágreiðingini, at Hollande býr í býnum Correze, haðani Chirac er ættaður.