ChevronTexaco skal vera vælkomið

Í farnu viku boðaði ein av stjórunum í risastóra amerikanska oljufelagnum ChevronTexaco frá, at leiting eftir olju og gassi á føroyska landgrunninum stendur ovarliga í teirra arbeiðsskrá komandi árini. Felagið ætlar sær at vera við til at bjóða í 2. útbjóðing á landgrunninum. Hetta hóvar Eyðun Elttør, landsstýrismanni í oljumálum sera væl.

2. útbjóðing
Jan Müller



?ChevronTexaco skal vera vælkomið til Føroyar við síni stóru vitan og ekspertisu at hjálpa okkum at finna, hvar olja og gass liggur fjalt í okkara undirgrund. Tað kann bert gagna eini 2. útbjóðing, at eitt so stórt felag sum ChevronTexaco eisini vil vera við í leitingini á landgrunninum sigur landsstýrismaðurin, sum eisini vónar, at tað fer at bera til at gjøgnumføra útbjóðingina sum ætlað uttan mun til valið komandi.

Eyðun Elttør heldur tað eisini vera áhugavert og gott at fáa eitt felag inn á Føroyaøkið, sum er so virkið á øllum Atlantsmótinum og her ikki minst í grannalagnum tvs. í økinum vestan fyri Hetland. ?Tað er sera hugaligt at hoyra, at eitt so stórt oljufelag hevur valt sær Atlantsmótið sum eitt av sínum kjarnuøkjum. At felagið hevur í umbúnað at bora ein brunn beint við markið longu í summar og at onkur av feløgunum, sum eru virkin á okkara landgrunni, verða við í tí boringini, sum skilst, eru eisini sera góð tíðindi fyri okkum. Tí tann vitan tú fær beint hinumegin markið kann vera gullverd fyri okkum, tá vit skulu til at bjóða út øki, sum kanska fara at liggja nærhendis heldur landsstýrismaðurin.


Set hetta í kassa


Meira veljarakanning

Hvussu og hvar flyta veljararnir milllum flokkarnar

Lesið Sosialin hósdagin