- Vit eru sera fegnir um at hava verið við í 2. Útbjóðing og at fáa loyvi, sum vit hava søkt um sigur kanningarstjórin hjá risastóra oljufelagnum ChevronTexaco, Dave Lewis. Felagið søkti um eitt loyvi beint út til markið saman við Statoil, Dong og OMV. ?Vit hava júst gjørt eitt oljufund beint hinumegin markið, og tí hóskar tað sera væl inn í okkara arbeiðsskráir og strategi, at vit nú hava fingið tillutað eitt leitiloyvi í hesum økinum. Hetta er so eisini júst tað økið, sum felagið nomineraði, tá føroysku myndugleikarnir bóðu feløgini siga frá, hvørji øki tey hildu áttu at verið við í eini nýggjari útbjóðing. ?So vit hava fingið tað vit peikaðu á og tað eru vit sera fegnir um.
ChevronTexaco er sera virkið á øllum Atlantsmótinum og við loyvinum við Føroyar fer felagið eisini fer felagið at leggja uppaftur størri orku í sínar kanningar her. Nýggja loyvi er ein heilt náttúrligur liður í royndunum hjá felagnum at fáa eitt betri innlit í og yvirlit yvir alt hetta stóra økið. Felagið, sum arbeiðir kring alla verðina, hevur kjósað sær Atlantsmótið sum eitt av sínum kjarnuøkjum.
Helvtin av felagnum er annars ein gamal kenningur um okkara leiðir. Táverandi Texaco var eitt av teimum mest virknu feløgunum á Føroyaøkinum í 90-unum, tá fyrstu fyrireikingarnar til oljuleiting vórðu gjørdar. Nú er felagið so við aftur hesaferð sum eitt heilt nýtt felag undir heitinum ChevronTexaco. Dave Lewis sigur, at talan er um eitt heilt annað felag.
Tað er ein sannroynd, at loyvi á landgrunninum hóvar ChevronTexaco sera væl. Tað passar sum fótur í hosu inn í tess arbeiðskonsept, nú tað hevur gjørt eitt fund beint hinumegin markið. Eitt fund, sum letur upp fyri heilt nýggjum møguleikum á Atlantsmótinum. Tað vísir seg at løgini báðumegin markið eru tey somu, og tí er rættiliga sannlíkt, at møguleikarnir eru góðir fyri at gera líknandi fund føroysku megin markið.
Ætlanin er at bora fleiri avmarkingarbrunnar í summar. Leitað verður eftir boripalli í løtuni. Ætlanin er so eisini at skjóta nýggjan seismikk í loyvunum báðumegin markið sigur Dave Lewis. Við nýggjum seismikki yvir bæði loyvini fer at vera lættari at fáa eina heildarmynd av jarðfrøðini í undirgrundini í nettupp hesum økinum.
Uppá fyrispurning um møguleiki er fyri, at oljukeldan í bretska økinum heldur fram yvir í føroyskt øki sigur Dave Lewis, at tað ber ikki til at siga enn, men teir halda seg síggja, at jarðfrøðin er tann sama. ?Vónandi kunnu vit við avmarkingarbrunnum í Rosebank í summar siga meira um møguleikan fyri at ein virkin oljuskipan heldur fram yvir í føroyska økið. Kunnu vit finna prógv fyri tí kann hetta koma at skunda undir kanningarnar á føroyska økinum, soleiðis at vit kunnu fara undir eitt rættiliga miðvíst arbeiðsprogram í hesum árinum yvir loyvini báðumegin markið.
Uppá fyrispurning nær ein brunnur verður boraður í føroyskum øki sigur Dave Lewis, at tað veldst um, hvussu gongur við avmarkingarbrunnunum í Rosebankøkinum. Hann útilokar ikki, at brunnur kann verða boraður í 2007 ella 8, men tá skal tað so ganga væl allan vegin.