Chevrolet Volt – elbilur við 150 hk

General Motors presenteraðu produktiónsútgávuna av elbilinum Chevrolet Volt í Evropa á bilaframsýningini Paris Motor Show í oktober.

Chevrolet Volt er ein fimm persóna sedan við fýra hurðum. Bilurin hevur 150 hk el-motor við snúningsmomenti upp á 370 Nm, sum svarar til ein 2,0 litra dieselmotor.


Chevrolet Volt skal framleiðast á eini General Motors verksmiðju í Detroit frá 2010, og kemur til Evropa sum Opel Volt í 2011, sigur Erik Morsing, sum er tíðindastjóri hjá General Motors í Danmark.