Dick Cheney, sum var varaforseti hjá George W. Bush, heldur, at Hillary Clinton hevur staðið seg sera væl sum amerikanskur uttanríkisráðharri. Hann heldur, at tað hevði verið spennandi at sæð, hvussu hon hevði roynst sum forseti.
Í einari samrøðu við sjónvarpið Fox í gjár varð Cheney spurdur, um hann heldur, at demokratarnir høvdu staðið sterkari á forsetavalinum næsta ár við Hillary Clinton sum valevni heldur enn Barack Obama. Cheney svaraði, at tað hevði verið gott, um tey bæði høvdu kappast um uppstillingina hjá demokratunum, men sjálvur ætlaði hann sær ikki at eggja Hillary Clinton til at royna seg, tí hevði verið hennara politiski endi, segði hann.
Hillary Clinton royndi seg í uppstillingarvalinum hjá demokratunum í 2008, men mátti lúta fyri Barack Obama. Tá hann hevði vunnið valið, valdi hann hana til uttanríkisráðharra, og hon tók av. Hillary Clinton hevur ikki víst nakran áhuga fyri at royna seg aftur á forsetavalinum næsta ár, skrivar AP.