Tað sær betur og betur út hjá Chelsea í oddinum í Premier League, serliga tí Manchester City og Arsenal seta nógv stig til.
Gløggi høvuðsvenjarin hjá Chelsea, José Mourinho vil tó alla tíðina gera ábøtur, og nú er hann til reiðar at gera eitt spælarabýtið við Borussia Dortmund. Sambært enska blaðnum "Daily Express", sum fæst nógv við søgur og leysasøgur um spælarakeyp, so ætlar Mourinho at lata André Schürrle fara til Borussia Dortmund, og so ætlar Mourinho at fáa Marco Reus til London at tørna út fyri Chelsea.
Søgurnar um spælarakeyp hjá Chelsea steðga tó ikki her. Sambært spanska blaðnum "Fichajes" ætlar Mourinho, at tann 21 ára gamli miðverjuspælarin hjá Real Madrid, Raphael Varane skal gerast partur av Chelsea-hópinum í januar, ella til komandi kappingarár. Raphael Varane er ikki nøgdur við, at hann bara er sloppin at byrja inni í trimum av dystunum hjá Real Madrid hetta kappingarárið, og tí sær Mourinho møguleikan at lokka fraklendingin til Chelsea.
Eitt annað enskt blað, sum eisini fæst nógv við søgur og leysasøgur um spælarakeyp, Daily Mirror skrivar, at Chelsea og Mourinho eisini hava stóran áhuga í stóra 17 ára gamla talentinum hjá Fulham, Patrick Roberts. Chelsea skal tó vænta harða kapping frá Liverpool og Arsenal, sum eisini vilja ogna sær Patrick Roberts.










