Fleiri feløg royndu í summar at keypa franska stórspælaran Franck Ribery frá Bayern, men tað eydnaðist ikki. Eitt av boðunum kom frá Chelsea, avdúkar stjórin í felagnum.
- Besta boðið, vit fingu, var frá Chelsea, sum bjóðaði okkum 500 milliónir krónur fyri Ribery. Harafturat skuldu vit eisini fáa Bosingwa í býti, sigur Uli Hoeness.
Bayern keypti í 2007 Ribery frá franska felagnum Marseille.