Manchester United byrjaði best og hevði stóra yvirvág fyrstu 20 minuttirnar. Teir komu eisini á odda við máli, sum portugisiski Nani skoraði frá 20 metra fjarstøðu. Cech sá kortini ikki heilt lítaleysur út í støðuni. Í seinna hálvleiki var Chelsea nógv betri við, og í 52. minutti eydnaðist at javna, tá Carvalho tveitti seg fram og stútaði bóltin í netið. 2-1 leiðslan til Chelsea var rættiliga kontroversiel. Ballack gjørdi eitt týðiligt fríspark móti Evra, men dómarin lat fyrimunsregluna galda. Manchester misti tó bóltin sum varð skotin fram til Drogba, sum dróg seg frá verjuni og spældi Lampard púra frían. Skotið rakti stongina og endaði innan fyri strikuna, áðrenn bólturin snúraði út aftur. Í eykatíðini fekk Rooney tó javnað frá tí, sum tóktist einari off-side støðu. Brotssparkskappingina vann Chelsea sannførandi. Lampard, Ballack, Drogba og Kalou skoraðu fyri Chelsea, meðan Carrick skoraði einasta brotssparkið hjá meistarunum. Giggs og Evra skutu elendig brotsspørk, sum Cech lættliga tók.









