Sjey dystir eru leiktir í Premier League hetta vikuskiftið. Størsti dysturin var óivað dysturin ímillum oddaliðið Chelsea, og sigursvandu reyðu djevlarnir úr Manchester United, ið av álvara hava fingið vind í seglini seinastu umførini.
Dysturin sjálvur var ikki nøkur stór fótbóltsuppliving. United spældi væl ígjøgnum allan dystin og hevði eina leikliga yvirvág í spæli og kjansum, men kortini var tað taktiski Jose Mourinho og hansara menn, ið sigraðu. Einsamalla málið í dystinum varð skorað av Eden Hazard, ið hevur verið ein av heilt stóru profilunum hjá Chelsea hetta kappingarárið. Hazard er eisini í uppskoti at blíva kosin til ársins leikara í Premier League.
Við sigrinum tykist tað óhugsandi, at Chelsea fer at blaka meistaraheitið yvir borð. Stigamunurin til nummar tvey, Arsenal, er heili 10 stig, og hesi liðini hava bert seks dystir eftir at leika, tað vil siga 18 stig at spæla um. Um Arsenal skal varðveita sín pinkulítla møguleika at vinna meistaraheitið, so eru teir noyddir at vinna komandi dyst, tí at tá er tað nevniliga Chelsea, ið kemur á vitjan á Emirates Stadium.
Her eru úrslitini úr Premier League hetta vikuskiftið.
Stoke 2-1 Southampton
Leicester 2-0 Swansea
Everton 1-0 Burnley
Crystal Palace 0-2 West Bromwich
Chelsea 1-0 Manchester United
Manchester City 2-0 West Ham
Newcastle 1-3 Tottenham










