Chelsea og United snávaðu

Manchester United tapti óvæntað ímóti Norwich, ið liggur á aftasta plássi, og Chelsea fekk bert javnleik á heimavølli ímóti Birmingham. Everton liggur nú aftur væl fyri at vinna sær fjórða plássið og atgongd til Champions League

Enskur fótbóltur

Hetta umfarið í Premier League vóru fleiri óvæntað úrslit at síggja, men tað er framvegis lítil ivi um, at Chelsea fer at vinna meistaraheitið.
Mest merkisverda úrslitið var 2-0 tapið hjá Manchester United fyri botnliðnum Norwich. Við hesum sigrinum hevur Norwich framvegis ein lítlan møguleika at lívbjarga sær í bestu deildini.
Ferguson hevði latið Rooney, Nistelrooy og Ronaldo sitað á bonkinum frá byrjan í hesum dystinum. Hetta merkti, at Saha og Smith sluppu at byrja inni í álopinum, men teir báðir vóru eiðasørir frammanfyri málinum.
Málini hjá Norwich skoraðu Dean Ashton og Leon McKenzie, og Norwich hevur nú fimm stig upp til eitt trygt pláss í stigatalvuni.
Ferguson hevur í vikuni viðgingið, at hann var ov bráður at fáa Nistelrooy aftur at spæla eftir skaða. Tann annars málvandamikli áleyparin hevur upplivað ein málturk, síðan hann fór at spæla aftur, og ein av orsøkunum er, at hann ikki hevur verið heilt klárur, tá hann byrjaði aftur.
United hevur so at siga bert annaðplássið at spæla fyri í Premier League, men nú eru trý stig upp til Arsenal, ið vann 1-0 á Middlesbrough á útivølli.
Robert Pires fekk einasta málið í dystinum, tá seinni hálvleikur varð gott og væl hálvrunnin. Arsenal kann annars gleða seg til, at sterki verjuleikarin Sol Campbell nú skjótt verður at síggja aftur í Arsenal búnanum. Hann hevur verið skaddur í longri tíð, og tað hevur eisini merkt verjuspælið hjá Arsenal seinastu tíðina.
Meistararnir úr London hava nú ellivu stig upp til Chelsea, og bert seks dystir eru eftir at spæla. Kanska Wenger í sínum stilla sinni vónar, at Chelsea fer at fáa gummibein móti endanum av kappingini, hóast hann fyri langari tíð síðani hevur avskrivað møguleikarnar hjá Arsenal.

Chelsea snávaði
Oddaliðið hevði hesuferð vitjan av Birmingham, og dysturin endaði 1-1, eftir at Birmingham enntá hevði verið á odda í seinna hálvleiki.
Walter Pandiani, ið Birmingham hevur lánt í Deportivo La Coruna, legði Birmingham framum, tá sekstifimm minuttir vórðu leiktir. Hetta var ein stórur skelkur fyri oddaliðið, men tað eydnaðist tó at fáa útjavnandi málið tíggju minuttir fyri leiklok.
Tað var tann altíð vandamikli Didier Drogba, ið fekk tað málið. Hóast stórt Chelsea trýst móti endanum mátti Chelsea taka til takkar við einum javnleiki. Birmingham gjørdi alt fyri at steðga tí skjóta álopsspælinum hjá Chelsea, og tað eydnaðist væl.
Mourinho var aftur at síggja á síðulinjuni, eftir at hann hevði leikbann ímóti Bayern München mikukvøldið í Champions League.
Møguliga hugsaðu leikarar og venjari ov nógv um seinna fjórðingsfinaludystin ímóti Bayern týskvøldið. Mourinho hevði nevniliga givið Drogba og Gudjohnsen høvi at hvíla seg á bonkinum hetta umfarið, og Kezman byrjaði inni í álopinum. Kezman var tó tikin út í steðginum, og teir báðir meira føstu áleypararnir komu inn í seinna hálvleiki.

Gott vikuskiftið hjá Everton
Everton og Liverpool berjast framvegis um fjórða plássið, og hetta vikuskiftið legði Everton sjógv ímillum seg og arvafíggindarnar úr Liverpool.
Liverpool tapti nevniliga 1-0 á útivølli ímóti Manchester City, og hesum gjørdi Everton sær dælt av, tá teir vunnu ein greiðan 4-0 sigur á Crystal Palace.
Liverpool spældi ein fantastiskan dyst ímóti Juventus týskvøldið í Champions League, men einki var at síggja til tað góða spælið leygardagin, tá Liverpool vóru gestir hjá Manchester City. Møguliga sat dysturin framvegis í beinunum, og møguliga var fokus longu flutt til dystin í Torino, sum verður mikukvøldið.
Kiki Musampa skoraði einasta málið í dystinum, beint tá vanliga leiktíðin var farin. Hetta var ein uppiborin sigur hjá City, og um Liverpool skal gera sær nakrar vónir at basa Juventus, so skulu aðrir bollar í suppuna.
Everton spældi sunnudagin, og leikararnir vistu, hvussu týdningarmikil ein sigur var. Og tað var heldur ongantíð nakar ivi um, at Everton fór við øllum stigunum.
Spaniólin Mikael Arteta legði Everton framum tíðliga í dystinum, og Tim Cahill økti til 2 og 3-0. Síðsta málið skoraði Stevie Vaughan, og hann er yngsti málskjútti í Premier League nakrantíð. Hann var bert 16 ár og 271 dagar, tá hann fekk málið.
Nú er Everton fýra stig frammanfyri Liverpool, og vónirnar um at vinna sær eitt Champions League pláss fyri fyrstu ferð í søgu felagsins eru tískil góðar.

Bolton lættan sigur
Bolton liggur framvegis væl fyri at kvalifisera seg til UEFA Cup komandi ár, og tað er fyrstu ferð í søgu felagsins.
Hetta vikuskiftið vann Bolton 3-1 á Fulham, ið hevur havt eitt skuffandi kappingarár. Jay-Jay Okocha legði Bolton framum frá brotssparksblettinum, eftir at danin Claus Jensen varð rikin av vølli eftir bert tólv minuttir.
Kevin Nolan og Stelios Giannakopoulos skutu hini bæði málini hjá Bolton, og Louis Boa Morte fekk málið hjá Southampton.
West Bromwich Albion liggur nú aftur omanfyri tað niðurflytingarøkið. Hetta eydnaðist við einum 1-1 javnleik ímóti Aston Villa. Darius Vassell hevði annars lagt Villa framum, men Paul Robinson javnaði í evstu løtu.
Niðurflytingin verður óivað avgjørd ímillum Crystal Palace, Southampton og West Bromwich Albion, har tvey av hesum fara niður saman við Norwich.