Fyri fimm árum síðani brendi John Terry brotssparkið, sum kundi tryggja Chelsea sítt fyrsta Champions League heiti. Í kvøld eru John Terry og Chelsea aftur í Moskva hesa ferð í Europa League samanhangi.
Seinnu fjórðingsfinalurnar í Europa League verða í kvøld. Chelsea vann fyrra dystin móti Rubin Kazan 3-1. Seinni dysturin verður spældur á Luzhniki leikvøllinum í Moskova, tí tað er so kalt í Kazan, at tað helst ikki er spælandi. Av tí sama verður heldur ikki væntað, at nógvir áskoðarar verða til dystin, tí tað er langt at ferðast frá Kazan til Moskova.
Luzhniki leikvøllurin var karmur um Champions League finaluna í 2008 millum Manchester United og Chelsea. Tað stóð á jøvnum eftir longda leiktíð og tí var neyðugt við brotssparkskapping. John Terry, liðskipari hjá Chelsea, hevði tá møguleikan at vinna Chelsea fyrsta Champions League heitið í søguni, men gleið tá hann skuldi skjóta og rakti stongina.
Chelsea spældi í 2010 móti Spartak Moskva á sama leikvølli, men hetta er fyrstu ferð, at Chelsea er á Luzhniki leikvølli og tað er møguleiki fyri eini brotssparkskapping.
- Um tað endar fyri brotssparkskapping, so kemur tað at hava eyka stóran týdning fyri John Terry. Verður tað neyðugt, so tekur hann eisini eitt brotsspark, sigur Rafael Bentiez, venjari hjá Chelsea.
Dysturin millum Ruben Kazan og Chelsea byrjar longu klokkan 17.
Europa League fjórðingsfinalur:
Ruben Kazan(1) (3)Chelsea (17.00)
FC Basel(2) (2)Tottenham (20.05)
Lazio(0) (2)Fenerbache (20.05)
Newcastle(1) (3)Benfica (20.05)