Premier League
Jose Mourinho kann nú fegnast um, at hann bert er tvey stig frá at tryggja sær meistaraheitið. Hetta kunnu hansara menn gera, tá teir møta Bolton leygardagin.
Chelsea kann tó tryggja sær fyrsta enska meistaraheitið í fimmti ár, um Arsenal ikki vinnur á Tottenham mánakvøldið. Mourinho hevur tó sagt, at hann fer at heppa á Arsenal mánakvøldið, tí at so verða hansara menn enn meira uppsettir at vinna ímóti Bolton.
Leygardagin var Fulham, sum liggur í tyngra endanum á stigatalvuni, á vitjan á Stamford Bridge. Ein tryggur 3-1 sigur til Chelsea var ikki yvirraskandi fyri nakran. Joe Cole, ið hevur fingið eitt gjøgnumbrot seinastu mánaðirnar, legði heimaliðið á odda, men veteranurin John Collins javnaði fyri Fulham stutt fyri steðgin.
Í seinna hálvleiki var Chelsea spælstýrandi, og við málum frá Frank Lampard (hansara tíggjunda mál í landskappingini higartil) og Eidur Gudjohnsen tryggjaðu teir sær sigurin.
United aftur á sigurskós
Manchester United hevði tapt tveir teir seinastu landskappingardystirnar, áðrenn farið varð á vøllin ímóti Newcastle sunnudagin, og hendan gongdin skuldi broytast.
Tað var tó Newcastle, ið legði seg framum við máli frá Darren Ambrose, og støðan var eisini 1-0 til gestirnar í steðginum.
Wayne Rooney hevur havt nakrar strævnar vikur við alskyns ótespiligum tabloid-forsíðum, ið hava lagt hann undir at sláa unnustuna og harðligt náttarlív. Rooney hevur svarað aftur við einum rættarmáli ímóti The Sun. Men sunnudagin vísti hann sítt virði á vøllinum, tá hann fluktaði bóltin í netið úr 25 metra fjarstøðu. Eitt tað vakrasta málið higartil í kappingini.
Hetta gav United blóð á tonna, og Wes Brown fekk sigursmálið við sínum fyrsta landskappingarmáli nakrantíð.
Liverpool snávaði
Liverpool hevur higartil havt eitt heldur soltið kappingarár, og hendan gongdin helt fram leygardagin, tá liðið var á vitjan hjá botnliðnum Crystal Palace.
Eingin roknaði við, at Liverpool fór at fáa ein lættan dyst, tí at Crystal Palace framvegis hevur alt at stríðast fyri. Og tað skuldi vísa seg, at Liverpool ikki megnaði at knógva tí hart leikandi Crystal Palace liðnum. Landsliðsleikarin Andrew Johnson skoraði einasta málið í dystinum í fyrra hálvleiki.
Venjarin Rafael Benitez kærdi sína neyð eftir dystin og vildi vera við, at dómarin hevði loyvt alt ov hørðum spæli frá heimaliðnum. Hetta hevði millum annað við sær, at Milan Baros mátti fara av vølli við skaða í fyrra hálvleiki, og hann er ivasamur til hálvfinaluna í Champions League ímóti Chelsea mikukvøldið.
Liverpool hevur bert fingið eitt stig í trimum teimum seinastu landskappingardystunum, og tað hevur tikið broddin av teirra roynd at vinna sær Champions League pláss komandi ár.
Everton hevur nú sera góð kort á hondini at tryggja sær fjórða plássið. Tíðliga leygardagin hevði Everton vitjan av Birmingham, og endaliga støðan gjørdist 1-1.
Emile Heskey legði Birmingham á odda fimm minuttir inn í dystin. Hendan støðan helt sær heilt til fimm minuttir fyri leiklok, tá veteranurin Duncan Ferguson fekk útjavnandi málið. Ferguson skoraði eisini sigursmálið ímóti United leygardagin, og leiðslan í Everton umhugsar nú at geva tí luftsterka áleyparanum ein eitt ára sáttmála í summar.
Everton er nú fýra stig frammanfyri Liverpool og Bolton, sum spældi 1-1 ímóti Aston Villa. Everton hevur harafturat ein dyst til góðar.
Tvey botnlið vunnu
Merkisvert er at síggja í ár, at enn hava øll botnliðini nakað at spæla fyri. Og um vikuskiftið vunnu tvey av botnliðunum sínar dystir.
Fyrst var tað Crystal Palace, ið vann á Liverpool. Síðani var tað Norwich, sum í evstu løtu fekk tryggjað sær sigurin ímóti Charlton. Tað var sviin Mathias Svensson, ið fekk sigursmálið hjá uppflytarunum.
Hesi bæði liðini fóru tí framvið bæði Southampton og West Bromwich Albion, sum nú eru á ávikavist aftasta og næstaftast plássi.
West Brom var á vitjan hjá Middlesbrough, ið eltir eitt pláss í UEFA Cup komandi ár, og tað gjørdist ein 4-0 sigur til heimaliðið. Szilard Nemeth fekk tvey av málunum, og Hasselbaink og Downing fingu hvør sítt.
Southampton leikti sunnudagin lokaluppgerð ímóti arvafíggindunum úr Portsmouth, sum seinastu árini hevur givið Southampton kapping sum einaráðandi á suðurstrondini. Hesir dystirnir hava ofta verið merktir av trupulleikum við áskoðarum, men soleiðis var tó ikki hesuferð.
Portsmouth vann ein greiðan 4-1 sigur, og tað hevur við sær, at Portsmouth kann draga andan lættari, nú teir hava tryggjað sítt pláss í bestu deildini.
Øll málini fullu innanfyri fyrsta hálva tíman. Fyrst legði Yakubu heimaliðið framum, áðrenn Arjen van Zeeuw økti til 2-0. Henri Camara minkaði til 2-1, men Lomano Tresor Lua Lua skoraði tvey mál innanfyri fimm minuttir til endaliga úrslitið 4-1.
Blackburn og Manchester City leiktu 0-0 í tí seinasta dystinum hetta vikuskiftið. Í morgin møtast Arsenal og Tottenham á Highbury.